Fyrispurningur til Bjarna Djurholm

Í sambandi við flytisøkir til alingina í Suðuroynni og hvørjir karmar annars, fólkaflokkurin ætlar alivinnan í Føroyum framhaldandi skal hava at virka undir

Sum flestu kunnugt, so er Suðuroyggin enn einferð við at verða jarðløgd sum aliøkið orsakað av óhappum, ringum marknaðarprísum ? og sum stein omaná byrðu ILA sjúku.
Tað skulu sera breiðir fíggjarligar herðar, at bera slík bakkøst og hava bæði bankar og ánarir gjørt tað sum er møguligt innan verðandi fíggjar og lógarkarmar fyir at bjarga alingini her suðuri.
Tá vit tosað um skiftisøkir orsakað av ILA, so vita vit at Suðuroyggin eigur at hava bestu møguleikar, við fleiri firðum sum skiftast kann ímillum um viljin er til staðar.
Nú ILA er staðfest og firðir verða braklagdir í ávíst tíðarskeið orsakað av smittuvandanum, eigur og skal verða møguligt at nýta aðrar tøkar firðir.
Í hesum sambandi veit eg at spurt hevur verið hjá Vinnumálastýrinum, um loyvið at brúka Hvalbiarfjørð til endamálið, men hetta verður noktað, hóast tað við einum lítlum sindri av vilja frá Vinnumálastýrinum væl skuldi borið til.
Bjarni Djurholm, ? eg vil hervið vinarligast heita á teg, um at vísa teg frá sólsíðuni og geva loyvið til, at Atlantic Seafarms kann fáa loyvið at nýta Hvalbiafjørð sum skiftisfjørð/aliøki.
Hví verður hetta ikki loyvt?
Er tað nøkur serstøk orsøk til noktandi svarið, sum tit hava givið tá heitt hevur verið á tykkum um hetta?
Eg vil her eisini siga, at eitt svar sum evt. sigur, at við verðandi støðu í alivinnuni í suðri, so er tað útilokað ? tað er onki svar, tí fyri at komað víðari við alivinnuni í Suðri, so er neyðugt m.a., at hava møguleika at skifta millum firðirnar.
Minst til orðataki: »betur er bøtandi hond...«
Eisini vil eg fegin vita hvat tit ætla at gera við avmarkingarnar í íløgum í alivinnuna fyri útlendingar?
Tað verður sera trupult at endurreisað nakra alivinnu uttan m.a. útlendskan risikovilligan kapital og fyri at fáa hann so er neyðugt at geva rúmari ræsur í sambandi við avmarkingar fyri eigaraskapið hjá útlendingum.
Kanska kundi eg fingið at vita hvat landsstýrismaðurin í vinnumálum og flokkur hansara ætlar at gera í hesum samband við nevndu viðurskifti?
Hvussu liberalir er tit í fólkaflokkinum veruliga, tá kemur til stykkis, tá tað snýr seg um altjóðagering,tey fýra frælsini, tað at hava eina fría vinnu og slogani at standa á egnum beinum?