Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann

Løgtingsmál nr. 100-33/1998: Fyrispurningur viðv. viðurskiftum Føroya til evruna

1.Hvørjar ætlanir hevur Føroya landsstýri viðvíkjandi viðurskiftum Føroya til nýggja gjaldoyraevruna?

2.Er nøkur politisk avgerð tikin um, hvussu farast skal fram, um Danmark tekur avgerð um at skifta krónuna um við evruna (egið føroyskt gjaldoyra ella framhald við donsku krónuni)?

3.Hevur samband verið millum donsku stjórnina ella danska forsætisráðharran og Føroya landsstýri um omanfyrinevndu viðurskifti?

4.Hevur Føroya landsstýri tikið avgerð um støðu føroyinga undir evt. fólkaatkvøðu í Danmark um tilknýti til evruna?

5.Hvussu metir landsstýrið, at ein evt. avgerð í Danmark um at nýta evruna kemur at ávirka ætlanir landsstýrisins um fullveldi?


Viðmerkingar:

Ein av fremstu embætismonnum okkara, stjórin í Landsbankanum, hevur í Dimmalætting farna vikuskiftið hugleiðingar um støðu Føroya á peninga- og valutaøkinum, nú evran er vorðin alment gjaldoyra. M.a. sigur embætismaðurin við blaðmannin, at hann hevur merkt eina breiða politiska undirtøku fyri evruni í Føroyum, og at skifta danir donsku krónuna út við evruna, er lítil ivi um, at vit gera tað sama í Føroyum. »Alt talar fyri, at so verður. Hesum hava okkara politikarar fult forstáilsi fyri, og eg havi merkt breiða politiska undirtøku fyri, at vit skifta yvir, tá ið danir skifta yvir«, sigur Sigurð Poulsen m.a. víðari.

Sum svar til undirritaða undir viðgerðini av uttanlandsfrágreiðing løgmans, segði løgmaður seg einki kenna til úttalilsir embætismansins. Sjálvsagt undra hesi úttalilsir mangan, serliga tá embætismaðurin tosar um breiða politiska semju.

Vit vita, at kreftir eru, sum miðvíst virka fyri, at Føroyar skulu gerast limir í ódemokratiska felagsskapinum ES. Hesar kreftir tykjast arbeiða miðvíst, tosa um tættari tilknýti, tó at flestu, ið hava minstu hóming av viðurskiftunum við ES ? m.a. út frá bláa og ikki minst reyða álitinum ? vita, at eitthvørt tættari tilknýti viðførir innliman, fyrr ella seinni (ein miðvísur ES-taktikkur).

Øll orsøk er tí at halda, at úttalilsi landsbankastjórans kunnu (mis)brúkast í miðvísum royndum so spakuliga at ávirka føroysku mannahugsanina ávegis ES-limaskap. Harmiligt er, um føroyskir politikarar ótilvitandi verða brúktir í hesum leiki, og er tað tí umráðandi at fáa veruleikan klárlagdan, serliga um (og hvørjar) ætlanir eru tiknar í landsstýrinum í hesum máli.

Frammi í kjakinum seinsatu tíðina hevur verið støða føroyinga í tí fólkaatkvøðu, sum danir væntandi skjótt skulu til í støðutakanini til evruna. Danskir politikarar eru, sum føra fram, at føroyingar sjálvsagt skulu luttaka í slíkari. Vert hevði verið at fingið at vita ætlanir landsstýrsins í hesum máli, og um fløktu peninga- og valutaviðurskiftini verða hildin at fara at ávirka arbeiði landsstýrisins við fullveldismálinum.


Á Føroya løgtingi,

tann 8. februar 1999

Jenis av Rana