Mín spurningur er tí, um verandi nevndar- og umboðsráðslimir skulu hava 25 stillarar, ella bert siga, at tey takað við afturvalið?
Kvinnuumboðan manglar
Verandi valskipan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar vísir týðuliga, at kvinnur halda seg aftur. Av 18 uppstillaðum fólkum vóru bert fýra kvinnur, tvær vórðu valdar, tað er 18%. Fyri at fáa fleiri kvinnur framat, má valskipanin broytast.
Broyt valskipanina
Øll ið eru tryggingartakarar eiga Tryggingarfelagið Føroyar, tí skulu øll hava møguleika at bjóða seg fram uttan stillarar, og atkvøðuseðlar við teimun uppstillaðu skulu sendast til allar eigarar. Rættvíst, einkult og lætt og tað týdningarmesta, eingir ryggklapparar, øll eru líkastillað.










