NÚ hevur sami Bjarni Djurholm aftur peikifingurin á lofti, og hann er enn einaferð vendur móti samstarvsfeløgum sínum í tjóðveldisflokkinum. Tingmaðurin hevur sett Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra eina røð av rættiliga borandi spurningum. Hann spyr m.a. hvørja mannagongd landsstýrismaðurin ætlar at nýta í tillagingunum og skerjingunum av almenna sektorinum. Hann spyr, um landsstýrismaðurin ætla at spara burtur ávísar almennar funktiónir ella at skera javnt í øllum sektorinum? Hann spyr, hvørjar dupultfunktiónir KH ætlar at skera burtur? Og víðari spyr hann, hvussu KH tulkar orðini í samgonguskjalinum um, at almenni bygnaðurin skal gerast bíligari og koma í betri javnvág við vinnuliga sektorin? Víðari verður spurt, um fíggjarlógarupskotið fyri komandi ár verður ein spegilsmynd av fráboðaðu rationaliseringunum í almenna sektorinum? Og loksins spyr BD, hvussu stórar sparingar KH hevur sett sær sum mál at fremja árliga, og hvusu nógv ársverk almenni sektorurin fer at minka við árliga í skiftistíðini? Og fyri at skera hetta enn einaferð út í papp verður spurt, hvussu nógv % landsstýrismaðurin væntar, at raksturin av almenna sektorinum verður bíligari, tá ríkisveitingin er burtur?
TÁ gløggi útvarpsmaðurin spurdi tingmannin, hví hann ikki viðgjørdi so týðandi spurningar innanhýsis í samgonguni heldur enn at fara út til almenningin við teimum svaraði BD, at tað er rætturin hjá tingmonnum at seta spurningar. Í okkara hugaheimi var hetta eitt ófullfíggjað svar. Neyvan munnu hesir spurningar hóva samgongumonnunum í Tjóðveldisflokkinum. Helst kenna tjóðveldisfólk hetta sum at vera stungin í bakið av einum av ?sínum egnu?. Og rætt er tað, at hetta líkist ikki sørt eini krígsavbjóðing. Var tað umboð fyri andstøðuna, sum setti hesar sera útspekuleraðu spurningar, hevði tað verið lættari at skilt. Men hví júst fólkafloksmaðurin Bjarni Djuurholm? Er hetta ikki bara ein avdúking av tí leikluti, sum fólkaflokkurin í veruleikanum spælir handan leiktjøldini í fullveldismaneguni? Sjálvandi hava tingmenn fullan rætt til at seta spurningar. Tað er ein týðandi partur av tingarbeiðinum, men hesir fyrispurningar avspegla nakað nógv djúpri, nakað nógv meira útspekulerað. Og eftir okkara tykki er hetta hin gamla fólkafloksreseptin uppá at ríða á tveimum hestum í senn. Samtíðis sum flokkurin vil hava vald, vil hann eisini spæla andstøðflokkur. Hann vil hava fullkomið vald. Og tað hevur hann eisini í dag - við at ?eiga? løgmanssessin hevur hann buktina og báðar endar. Tjóðveldisfólk skulu bara stíga eitt fet skeivt, og tey fara út av tromini - væl hjálpt av sínum samgongufeløgum.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN hevur so eisini eitt forkláringsproblem, nú hann eisini vil ríða á tveimum hestum, tvs. bæði stinga út fullveldi og sleppa undan skerjingum. Og tá tað oftani ræður um taktikk í politikki, so er greitt, at fólkaflokkurin vil gera alt fyri at kroysta tjóðveldisflokkin upp í ein krók. Fólkafloksmenn vita, at tað í hesum flokki eru høgra- og vinstrakreftir. Hvussu setir tú kílar millum tær? Karsten Hansen sigur við aðalstýrini, at nú skal fullveldið síggjast aftur á komandi fíggjarlógum. Samtíðis sigur hann við SVF, at tað ber til at gera almenna sektorin bæði betri og bíligari, uttan tó at kunna siga nakað um, hvar skal skerjast og sparast. Tað er bara tann gamla plátan. Kann hugsast, at hann ætlar at rationalisera t.d. á sjúkrahúsøkinum og niðurleggja dupultfunktónir ella hvat? Hetta er alt spurningar, sum politiskt eiga at kunna svarast, áðrenn fullveldisnevndirnar koma við sínum tilmælum. Tað heldur í hvussu er fólkaflokkurin, síðani hann krevur svar av KH, áðrenn nakað er klárt frá arbeiðsbólkunum.










