Miðfyrisitingin skal skerast við einum tíggjundaparti, segði løgmaður á tíðindafundi í Tinganesi týsdagin.
Her er talan um kostnaðin, sum skal lækka úr 114 milliónum niður í 102 milliónir árliga, segði hann.
Hetta skal gerast við at leggja ymsar funktirónir saman. Serliga har, vit hava havt dupultfunktiónir.
Millum annað vísti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, í hesum sambandi á, at nú eitt nú Oljumálaráðið var avtikið, bar til at flyta ymsar tænastur har, soleiðis at tær verða lagdar saman við aðrar, sum eru á øðrum aðalráðum.
Men eingin skal sigast upp kortini, varð dentur lagdur á. So tað verður ikki í lønum til alment sett starvsfólk, at spart verður, skiltist á løgmanni og landsstýrismanninum við vinnumálum.
Hinvegin bar heldur ikki til at fáa neyvt at vita, hvar so sparast skuldi annað enn við samanleggingum.
Spurdur um tað í framtíðini verður skorið burtur av keyptari ráðgeving, eitt nú løgfrøðiligari, og tey fólkini, sum eru í ymsu aðalráðunum, sjálv skulu avgreiða tey mál, har koma, svaraði løgmaður, at helst fer tað eisini í framtíðini í ávísan mun at verða neyðugt við ráðgeving uttaneftir, sum hann tók til.
Vit hava eina sterka fyrisiting, sum skal spara 12 milliónir. Hon skal ikki missa fólk, men halda í minsta lagi somu tænastu, sum higartil.
So einfald er loysnin, løgmaður ristir úr ermuni uttan at vilja viðganga, at tað so frammanundan má hava verið oyslað, ella at fyrisitingin hevur verið ov ineffektiv.
Mynd - Løgmaður
Myndatekstur:
Miðfyrisitingin skal skerjast við tíggju prosentum. Men manningatalið skal haldast, og tænastan ikki lækka. Tó vil løgmaður ikki siga, um talan so fyrr hevur verið um alment oyðsl, tá slíkt kann bera til
Mynd: Jens Kristian Vang










