Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús Sp/f, Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari hjá Landsverki.

Fyrisitingin flytir ætlandi í Gula hús

- Í húsinum verða umleið 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn, siga tey í Heilsumálaráðnum.

Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús Sp/f, Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari hjá Landsverki.

Arbeiðstakarasáttmálin um at umvæla og umbyggja Gula hús í Klaksvík er undirskrivaður í dag.

 

- Sáttmálin er undirskrivaður við Norðhús Sp/f, sum saman við teknistovuni Fuglark hevur gjørt umvælingarætlanina.

 

Í Heilsumálaráðnum vísa tey á, at Gula hús er húsið, sum eisini verður rópt læknahúsið í Klaksvík.

 

Húsini, sum hava verið brúkt til bústað og viðtaluhølir hjá læknum fram til 1990-ini, skulu nú umvælast og dagførast.

 

- Í húsinum verða umleið 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn.

 

Ætlanin er, at fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal flyta úr gamla skrivstovubygninginum og í Gula hús eftir umvælingina.

 

- Umvælingin verður eftir ætlan liðug síðst í 2023, siga tey í Heilsumálaráðnum.

 

##med2##

 

 

 

Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús Sp/f, Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari hjá Landsverki.

Gomlu læknahúsini eru bygd í 1923, og nú eru 16 miljónir krónur settar av til dagføring.