Fíggjarmál
Í mun til kostnaðin í 1998 eru aðalstýrini í almennu fyrisitingini dýrkað við umleið 52 milliónum krónum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002.
Vilhelm Johannesen, framsøgumaður Javnaðarfloksins í fíggjarmálum og næstformaður í fíggjarnevndini, sigur, at hann fer at taka hendan øgiliga vøkstur upp í røðu síni, tá fíggjarlógin kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í dag.
Hesin risavøksturin byrjaði í 1998-1999, vísir Vilhelm Johannesen á. Tá varð grundgivið av millum øðrum Helenu Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismanni við almanna- og heilsumálum, at neyðugt var at styrkja aðalstýrini, tí so nógv fyrisiting skuldi takast frá stovnunum og leggjast inn á stýrini.
Men nú hendir so tað øvugta aftur, vísir Vilhelm Johannesen á. Hann nevnir dømi frá júst almanna- og heilsuøkinum, har søkt verður eftir bæði løgfrøðingi og fíggjarráðgeva til Almannastovuna.
Og hygg, um tað verður fluttur nakar úr Almanna- og Heilsumálastýrinum út á stovnin. Nei, tað kemur bara meira fólk afturat, í tí dýra endanum, sigur Vilhelm Jonannesen.
Einki samanhang
Inntøkusíðan í fíggjarlógaruppskotinum hongur als ikki saman, vísir Vilhelm Johannesen á. Tølini eru eftir hansara meting sett ríkiliga høg.
Hann vísir á, at laksaprísirnir í løtuni eru so lágir á heimsmarknaðinum, at teir liggja væl undir framleiðsluprísinum i Føroyum. Og ótrygga støðan í heiminum sum heild fer uttan iva at gera framleiðslukostnaðin í Føroyum væl dýrari, enn hann er. Men tí hevur landsstýrismaðurin als ikki tikið hædd fyri, sigur næstformaðurin í fíggjarnevndini.
Hinvegin eru útreiðslurnar setta heldur lágar í ávísum førum, sigur Vilhelm Johannesen.
Hann vísir til sjúkraviðgerð uttanlands, sum í fjør kostaði 12 milliónir krónur. Hóast vit longu fyrra hálvár í ár hava brúkt seks milliónir á hesum økinum, er játtanin til komandi ár sett til 10 milliónir, sum heilt givið fer at vera ov lítið.
Kreativt bókhald
Tað verður pyntað upp á og flutt runt við tølum, vísir Vilhjelm Johannesen á. Sum dømi nevnir hann at á eykajáttanarlógini fyri september í ár, eru íløgur, sum ætlaðar eru til komandi ár, fluttar til í ár. Hetta fyri at fáa fíggjarlógina komandi at taka seg væl út, sigur hann.
Samstundis verða íløgur, sum gerast skulu komandi ár, fíggjaðar yvir tvey ár. Her verður víst til, at Magnus Heinason skal sandblásast, men skal fíggjast bæði í 2002 og 2003.
?Hetta samsvarar ikki við málsetnignin hjá smagonguni um, at virksemið í samfelagnum skal speglast aftur á fíggjarlógini, sigur vilhelm Joheannesen, fíggjarnevndarlimur Javnaðarfloksins.
Heldur ikki tann 10 ára íløguætlanin, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur brúkt tíð upp á at fundast við eitt nú Javnaðaflokkin um, verður hildin. Íløgurnar eru bara í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002 øktar munandi sammet við 10 ára ætlanina hjá landsstýrismanninum.
Vilhelm Johannesen heldur, at tingmenn áttu at fingið útflýggjað eitt eintak av íløguætlanini saman við fíggjarlógaruppskotinum, so til bar at halda skil á, hvat ætlanin sigur, og hvat blakað verður út í einum valári.









