Fyrisitingin

Ein effektiv og tíðarhóskandi umsiting er fortreytin fyri eini vælvirkandi kommunu.

Heðin Mortensen

býráðslimur og valevni til býráðið á lista B


Hjá einum tænastustovni eru hølisviðurskiftini av stórum týdningi, seinastu tíðina er munandi bøtt um hesi viðurskifti, men enn eru

trupulleikar at loysa. Trongligt er í gomlu Havnini, og tí má hvørt stig umhugsast sera væl.

Men býráðsfyrisitingin má og skal hava góðar umstøður, tí hetta er ein tænastustovnur fyri teg og meg, sum skal virka, vegleiða og hjálpa. Tí skal tænastuvirksemið hjá kommununi setast høgt fyri borgarans besta!