Fyrisiting og fíggjarlóg

Oddagrein

 

Ein fíggjarnevndarlimur setti sera áhugaverdar spurningar í tinginum herfyri. Hann setti spurnartekin við hví umsitingin er voksin so nógv undir sitandi samgongu. Vit hava fyrr á hesum stað víst á, at miðfyrsitingin er ongantíð vaksin so nógv, sum undir teimum báðum borgarligu løgmonnunum Edmund Joensen og Anfinn Kallsberg.


Einaferð hoyrdist, at fíggjarmálastýrið skuldi endurskoða bygnaðin. Tað skal sigast beinanvegin, at tað er positivt, at Finn Norman Christensen bygnaðurin verður endurskoðaður, tí ein bygnaður má tilpassast føroyska samfelagið. Ivasamt er, um eitt stýri í Finn Norman Christensen bygnaðinum skal endurskoða seg sjálvan - betur hevði verið við onkrum uttanfyristandandi, ið kanska eisini hugdi at starvssetanarpolitikki, meðal starvsaldur eftir lokið prógv og øðrum. Hetta skal ikki skiljast sum ábreiðslur móti tí fólki, ið starvast í miðfyrisitingini, men illa ber til at krevja av fólki, at tey skulu endurskoða seg sjálvan.


Tað ber ikki til at hava ein bygnað, ið man ikki hevur fólk nokk at fylla. Tað vildi verið stak óheppið, um fólk arbeiddu fleiri ár sum akademikarar í bygnaðinum uttan at hava fingið sítt prógv frá hægri læristovni, tí ikki var nóg mikið av fólki at taka av. Tað kann heldur ikki verða meiningin, at føroyska umsitingin skal enda líka yvirdimensionerað sum tann grønlendska, ið er stórinnflytari av donskum embætisfólki.


Umsitingin má tilpassast tørvin, ráðini og menniskjaliga tilfeingið. Tann stóra sentraliseringin, ið vit hava verið vitni til seinastu árini eftir Finn Norman Christensen uppskrift hevur gjørt, at miðfyristingin er bólgnað. Tá man nú alt for spakuliga byrjar at innsíggja, at ábyrgd má delegerast út aftur til stovnarnar hjá landinum, so verður tann í vavi styrkta miðfyrisitingin ikki minkað, sum man annars kundi væntað.


Tað er positivt, at politikarar fáa eyguni upp fyri hesum, tí margháttligt er at hoyra í hesum døgum, at landið ikki hevur ráð at varðveita fólkapensiónina, samstundis sum kostnaðurin av umsitingini er stórliga øktur.


Tað hongur ikki saman hjá samgonguni, við hennara ivasomu ætlanum um at útlisitera, privatisera og at tveita ábyrgdina fyri pensiónsviðurskiftum frá sær, samstundis sum umsitingin bara veksur. Tørvar okkum meiri fólk at umsita minni?