Hóskvøldið skal føroyska U-21 landsliðið í eldin fyri fyrstu ferð í hesum árinum. Uppgávan tá eitur Týskland á útivølli, og er tað uttan iva millum mest spennandi og avbjóðandi uppgávur hjá ungu føroysku leikarunum nakrantíð.
Væl mannað lið
Á føroyska liðnum eru nakrar broytingar í mun til seinasta dystin sum var á útivølli móti Russlandi seint í fjør. HB leikararnir, Ári Mohr Jónsson og Ári Mohr Olsen, eru nýggir í hópinum, umframt at B68 leikarin, Hákun Edmundsson, og ÍF leikarin, Leivur Joensen, nú aftur eru við í hópinum eftir at teir ávikavist sótu uttanfyri við leikbanni ella vantandi uppihaldsloyvi til seinasta dyst.
Gleðiligt er at a-landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, verður tøkur til dystin hjá Føroyum hóskvøldið móti Týsklandi.
Leikararnir eru væl fyri
Føroyski U-21 landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Eli Hentze tekur sær av liðnum, sigur, at fyrireikingarnar í Týsklandi ganga væl.
- Vit hava vant í dag, og hevur tann venjingin gingið væl. Flestu leikararnir spældu dyst í vikuskiftinum, so vit hava fingið tann dystin úr beininum. Men leikararnir eru heilt víst væl fyri.
- Allir leikararnir uttan Benjamin Heinesen, eru tøkir til dystin móti Týsklandi. Hann situr uttanfyri við leikbanni.
- Onkrir leikarar steðgaðu eitt sindur fyrr enn aðrir í venjingini í dag, tí at teir kendu seg eymar, men teir vera allir tøkir til dystin hóskvøldið.
Málsetningurin er altíð at vinna
Víðari greiðir Bill McLeod Jacobsen frá at vónirnar hjá føroyska U-21 landsliðnum altíð eru góðar, eisini tá liðið spælir móti Týsklandi á útivølli.
- Málsetningurin hjá U-21 landsliðnum er altíð at fara á vøllin fyri at vinna dystin, og soleiðis er tað eisini hesaferð. Hetta liðið ætlar sær ikki at standa aftanfyri undanfarnu U-21 landslið, sum øll hava fingið flott úrslit.
Í annaðkvøld venur á Volksbank Stadion í Frankfurt, har dysturin eisini verður spældur.
Sjálvur dysturin millum Týskland og Føroyar verður leiktur hóskvøldið klokkan 19:00 føroyska tíð.











