Jógvan Martin Olsen var alt annað enn nøgdur, tá hann í góðveðrinum ólavsøkudag var á veg undir tak at tosa við spælararnar:
? Okkara avrik í 1. hálvleiki var undir allan kritikk. Eg segði spælarunum, at nú høvdu teir 45 minuttir til at prógva fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tíðin er farin, tá NSÍ er nummar 6 og 7, og at liðið ongantíð megnar at vinna avgerandi dystirnar. Eg segði eisini við tríggjar spælarar, at teirra avrik høvdu verið so lítið sannførandi, at teir fingu fimm minuttir afturat at vísa, at teir megnaðu meiri. Um teir ikki gjørdu tað, so fór eg at skifta út.
Kontanta útsøgnin hjá venjaranum hjálpti. Tað var sum eldur í NSÍ liðnum frá fyrsta bríksli í 2. hálvleiki. Teir spældu seg til møguleikar, javnaðu til 1?1 og høvdu leikliga yvirvágina og harvið uppiborið at vinna, sjálvt um teir hálvan seinna hálvleik vóru tíggju ímóti ellivu.
? Spælararnir eiga alt rós fyri hugburðin og arbeiðið, sum teir útinntu í 2. hálvleiki. Vit vóru eina viku í Íslandi og fyrireikaðu okkum til finaluna og tað, sum er eftir av landskappingini. Í 2. hálvleiki í finaluni vístu okkara spælarar, at teir eru sera væl fyri. Eg eri sannførdur um, at tað var íløgan, sum m. a. varð gjørd í Íslandi, ið tá kom til sjóndar, heldur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, sum nú arbeiðir fyri at fáa spælararnar at snara hugsanunum ímóti landskappingini.
Í fyrrakvøldið var stór móttøku í Runavík fyri teimum, sum vóru við til at útinna góðu avrikini á ólavsøku ? manningunum á Eysturoyingi og Tjaldrinum og steypavinnarunum í NSÍ. Kappróðrarfólkini kunnu í góðveðrinum halda á við at sóla sær í ólavsøkuavrikunum. Tað ber ikki til hjá fótbóltsspælarunum. Sunnudagin skulu teir spæla sera týdningarmiklan landskappingardyst í Gøtu.