Amboðsfimleikararnir hjá Støkk hava úr at gera við venjingum og fyrireikingum í løtuni. Teir elstu fimleikararnir arbeiða serliga ímóti at sleppa við á landsliðið, sum skal kappast um norðurlendska meistaraskapin í amboðsfimleiki, sum verður í Íslandi í apríl.
Í februar verða tríggjar steypakappingar í amboðsfimleiki á skránni hjá fimleikarunum í bólki 3 og 4. Fyrsta kappingin verður í lopi, onnur á gólvinum, og í triðju kappingini kappast genturnar og kvinnurnar á bitanum, og dreingirnir og menninir í ringunum. Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk, sum eru trý tey størstu fimleikafeløgini í landinum, skulu skipa fyri hvør sínari kapping. Sostatt vera tvær av kappingunum í Havn, meðan tann triðja verður í Rituvík.
Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Fimleikasamband skipar fyri tílíkum steypakappingum. Orsøkin er, at FFS metir, at ov fáar kappingar eru fyri amboðsfimleikararnar, og tí er avgerð tikin um at skipa fyri hesum steypakappingunum afturat hinum vanligu kappingunum.
Farna vikuskifti fingu amboðsfimleikararnir hjá Støkk hjálp úr Nakskov í Danmark. Tað vóru tey bæði Birgitte Bertelsen og Alexander Wilinski, sum løgdu teimum lag á. Birgitte er systir núverandi landsliðsvenjaran Henrik Bertelsen. Hon er fimleikalærari og koreografur í Nakskov. Alexander Wilinski er póllendingur og undirvísir í fimleiki burturav í Nakskov.
Venjingarnar vóru í fimleikahallunum í Rituvíkar- og Glyvra skúla. Foreldur og fimleikarar høvdu sett ein part av lopgólvinum upp á Glyvrum, har Birgitte vandi seriur til gólv og bita við gentunum og kvinnunum. Hon sigur, at tað er umráðandi at hava stíl millum lopini á gólvinum og bitanum, soleiðis at heildarmyndin av framførsluni verður góð.
Í høllini í Rituvík stóðu øll amboðini frammi, og har hevði Alexander undirvísing í lopteknikki, bæði við dreingjum, monnum, gentum og kvinnum, umframt at hann legði venjarunum lag á at taka rætt ímóti lopunum.
Alexander og Birgitte hava verið í Føroyum einaferð fyrr. Hetta var áðrenn oyggjaleikirnar í Hetlandi, og tá vandu tey landsliðið fyri Henrik Bertelsen. Tey bæði eru ovfarin av støðinum, sum føroyskir fimleikarar eru á; serliga, tá ið hugsað verður um vánaligu venjingarumstøðurnar, sum eru her.
Venjararnir hjá Støkk siga tað vera alneyðugt at fáa íblástur og vegleiðing aðrastaðni frá, og tí hava tey fingið Alexander og Birgitte at koma og leggja fimleikarunum lag á. Tað er umráðandi at fáa innlit í, hvussu fimleikararnir kunnu koma víðari og hækka støðið enn meira. Venjararnir lata væl at vikuskiftinum og siga, at tey hava øll fingið nógv burturúr.