Fyrireikingar til FM og HM í estetiskum fimleiki

Í hesum døgum er estiska Anu Mölder í Føroyum og venur fimleikarar hjá Støkk.

FIMLEIKUR

Rútmiski fimleikurin í Føroyum hevur verið fyri eini rættari kollvelting seinastu árini. Fyri tveimum árum síðani var vanligt, at bestu føroysku liðini í rútmiskum fimleiki fóru til Danmarkar sum gestalið at kappast um Danmarksmeistaraskapin. Men tað, sum fyrr var vanligur rútmiskur fimleikur, er í dag estetiskur fimleikur; og føroysku liðini, sum fyrr kappaðust í Danmark, fara nú enn longur burtur at kappast. -Og hóast tað enn er langt upp til heiðursmerkjaplássini, eru vit nú við í kappingini um heimsmeistaraskapin.

Kappingin millum føroysku fimleikafeløgini er sera jøvn, og feløg, venjarar og fimleikarar gera sítt til, at støðið ikki lækkar. FM kappingin í estetiskum fimleiki fyri gentur verður um ein góðan mánað, 3. mars, og HM kappingin verður 23.-26. mars í Tallin í Estlandi. Hini liðini, pinkur, smágentur og kvinnur kappast um FM-heitið 6. og 7. mai, og kvinnurnar skulu síðan kappast um heimstmeistaraheitið 8.-11. juni í Finnlandi.

Av tí at estetiski fimleikurin er so nýggjur í Føroyum, hevur Støkk fingið estisku Anu Mölder til Føroya í eina heila viku at venja allar estetisku fimleikararnar hjá felagnum, umframt at leggja venjarunum lag á venjing, uppbygnað av serium og tílíkum.

Anu Mölder arbeiðir fulla tíð sum venjari hjá Piruett í Tallin, sum er eitt av bestu fimleikafeløgunum í Estlandi. Liðini hjá henni hava fleiri ferðir verið við í altjóða kappingum, og sjálv er hon altjóða dómari í estetiskum fimleiki. Hon var í Føroyum seinasta heyst. Tá hevði hon eitt skeið fyri øllum feløgunum, og hon heldur, at hóast vit enn ikki eru við í kappingini um ovastu røkurnar, er støðið á heilt góðari leið. Tað, sum føroysku fimleikararnir mugu venja allarmest, sigur hon, er smidleikin, tí har er stórur munur á føroysku og útlendsku fimleikarunum.

Venjararnir hjá Støkk lata sera væl at Anu Mölder. Hon dugir væl at læra frá sær og setir høg krøv til fimleikararnar á ein jaligan hátt. Hjá smágentunum og pinkunum arbeiða tær mest við grundvenjingini. Hjá kvinnunum og gentunum verður størstur dentur lagdur á at ansa eftir, at seriurnar hava rættan uppbygnað og innihalda tær kravdu íðkanirnar, umframt at vegleiða fimleikarunum, soleiðis at tær ymisku íðkanirnar og krøvini verða góðkend.

Tá Anu Mölder fer heim aftur til Estlands seinni í vikuni, skal hon arbeiða víðari hjá Piruett við at venja genturnar hjá sær. -Tær skulu jú eisini kappast seinni í ár.