Í gjárkvøldið høvdu børn, pápar og abbar nógv at gera. Tey drógu línu og rúsur bæði á Borðoyarvík og á Pollinum.
Allir bátarnir høvdu íløt og kør við sjógvi í at sleppa fiskin í. Fiskurin, krabbarnir og krossfiskarnir skuldu nýtast til tey fýra stóru alikørini á Stongunum, har alkyns ymisk fiskasløg verða sýnd fra sjómannadagarnar.
- Vit vóru við Syðratanga á Borðoyavík í gjárkvøldið og drógu línu, greiðir Dávur Winther í Klaksvík frá. Hjaltur Poulsen skipari, Rúni Niclasen rullumaður, Eyðun Jacobsen ansaði eftir at fiskurin kom livandi í kørini og til lands.
Børnini stuttleikaðu sær óført og gleddu seg til ein góðan og hendingaríkan sjómannadag.
Veðrið frá Theyr kl 13.00 leygardagin ? vesturætt er best slag í Klaksvík
Myndir: Dávur Winther