Fyrireikarin: Tað var frægast at sleppa ætlanini

Tað vóru summi, sum vóru ímóti tí og tað hava tey sín fulla rætt til, sigur Ovi Brim

Vit komu til ta niðurstøðu, at tað var frægast at sleppa ætlanini. Tað sigur Ovi Brim, prestur og ein av stigtakarunum til ætlanina at seta ein 17 metra høgan kross upp á Høganesi. Ætlanin hevur verið umstrídd, tí summi hava tikið væl ímóti tí, men onnur hava verið ímóti tí.

Hesa seinastu tíðina hevur eitt modell av krossinum staðið frammi so at fólk kundu síggja, hvussu tað fór at taka seg út Ovi Brim sigur, at hendan tíðin hevur víst, at hóast tað eru nógv, sum taka undir við ætlanini, eru tað eisini nógv, sum eru ímóti henni – og tað hava tey fullan rætt til, heldur hann og hann heldur eisini, at grundgevingarnar fyri at vera ímóti tí, eru sakligar.

Men av tí, at ætlanin er so umstrídd, hava tey gjørt av at sleppa henni – og hann sigur, at tey hava ikki aðrar ætlanir í so máta.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr prestin greiða frá.