Fyrireikararnir eru nøgdir við Fólkafundin

Fyrireikararnir hava ein jaligan trupuleika, tí mong vilja hava Fólkafundin 2014

Fólkafundurin: Ólavur í Geil Guttesen, sum er ein av fyrireikarunum av Fólkafundinum 2013 stóð við einari góðari kenslu leygarkvøldið, tá Fólkafundurin lækkaði ímóti endanum.

 

Ólavur í Geil Guttesen fegnast um undirtøkuna, og staðfestir, at Klaksvík var eitt klókt val til Fólkafundin, eisini sæð í mun til hvussu praktiskt tað er við tveimum stórum hallum á einum staði. 

 

Ólavur í Geil Guttesen fegnast um, at teir hava ein jaligan trupuleika, tí tað eru mong, sum vilja hava Fólkafundin 2014 til sítt økið í Føroyum.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát, sum Rás2/in.fo hevði við Ólav í Geil Guttesen leygarkvøldið.

 

(Mynd: Dávur Winther)