Ónøgdin var stór tá fyrireikararnir til Prix Føroyar 2003 gjørdu av, at hvør tónleikari bara slapp at spæla í einum bólki til kappingina hesuferð.
Grundin var einføld. Fyrireikararnir vildu ikki, at teir somu tónleikararnir møguliga komu at ganga aftur í fleiri av bólkunum í finaluni, tí á henda hátt gerst finalan alt ov keðilig.
Fyri nakað av tíð síðani hevði FUT fund við tónleikararnar, har kjakast var um reglurnar til Prix Føroyar.
Og nú eftir eina áheitan frá FUT, hava fyrireikararnir valt at slaka eitt sindur við reglunum.
? Vit vóru kanska eitt sindur ov skjótir seinast, men nú hava vit valt at gera hesa einu regluna eitt sindur um, segði Fróði Vestergaard á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum í gjár.
? Nú sleppur hvør tónleikari at verða við í tveimum bólkum. Men tó. Um tú ert frontfigurur, so sleppur tú bara at verða tað í einum bólki og ikki í tveimum. Ongin luttakari sleppur at vera við í meira enn tveimum bólkum yvirhøvur.
Vinningarnir
Nú er eisini vorðið greitt, hvørjir nakrir av vinningunum gerast. Vinnarin av finaluni sleppur beinleiðis í eina danska tónleikakapping, sum eitur Star Fighters. Hetta er ein kapping, sum DR2 og P3 skipa fyri.
? Føroyski vinnarin sleppur beinleiðis í finaluna í hesi kappingini, sum verður á Skanderborg Festivalen í Danmark. Tann, sum so vinnur hesa kappingina, fær millum annað ein plátusáttmála við Sony, greiðir Fróði Vestergaard frá.
Harumframt sleppa bólkar eisini til Nibe og Jelling og vinnarin sleppur í Lundgaard Studio í Keypmannahavn taka upp.
? Møguleiki er eisini fyri øðrum vinningum. Umstøðurnar eru nógv broyttar seinastu árini, og áhugin uttanlands vísir seg at vera stórur. Vit hava millum annað fingið áheitanir frá Íslandi um at møguliga senda onkran bólk yvir har, so tað kann vera, at onkur vinningur verður afturat, sigur Fróði Vestergaard.
Teir ymsu miðlarnir gera, sum vera man, nógv burturúr Prix Føroyum. Bæði Útvarpið og Sjónvarpið hava brynja seg við góðari manning til at gera tilfar frá Prix Føroyum næsta ár.
? Útvarpið fer at senda beinleiðis frá øllum undanumførunum. Hetta er ikki gjørt áður. Umstøðurnar eru broyttar nógv í ár, nú øll tey innleiðandi umførini vera í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sigur Ove Olsen frá Útvarpi Føroya.
Edvard Nyholm Debes, ljóðprodusari, sigur, at tað, sum er serliga gott við, at øll umførini vera í Fuglafirði er, at á henda hátt nýtist teknikarunum ikki at byrja av nýggjum, hvørja ferð eitt umfar er, og hevur hetta nógv at siga.
Útvarpið fer eisini at senda beinleiðis frá finaluni saman við Sjónvarpinum, umframt, at ein live-fløga verður tikin upp, har allir finalubólkarnir fáa tveir sangir við í mun til bara ein sang hvør seinastu árini. Tá hevur bara vinnandi bólkurin fingið tveir sangir á fløguna.
Eisini Sjónvarpið er farið so smátt í holt við fyrireikingarnar til Prix Føroyar, og verturin er longu komin upp á pláss. Tað verður Tróndur Vatnhamar, sum eisini var vertur í fjør.
? Sjónvarpið fer ikki at senda beinleiðis frá undanumførunum, men vit fara at hava ein samandrátt aftaná hvørt umfar, umframt eitt eyka sending, har vit taka samanum tey sjey innleiðandi umførini, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri.
Eisini verða talur og annað als ikki ein partur av live-kvøldinum í Norðurlandahúsinum tann 26. apríl 2003. Tær verða lisnar inn áðrenn, so tær kunnu klippast upp í.
Tað eru FUT, Norðurlandahúsið, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, sum skipa fyri Prix Føroyum 2003. Fyrsta undanumfarið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 25. januar.