Fyrireika vit børn út í óføri?

Sæð frá einum starvsfólkasjónarmiði síggi eg sjálvandi, at tað er rætt at námsfrøðingar fáa tíð at fyrireika seg til arbeiðsdagin, og eg skal ikki beinleiðis skriva ímóti fyrireikingartíð her, men eg kundi gott hugsað mær at vitað, hvat gott meira fyrireiking skal gera.

Hans Anfinnson Norðfoss
?Pápi

Eg havi, meðan verkfallið hevur verið, eygleitt børn og familjur, sum eg umgangist dagliga og eri farin at taka stórliga synd í bæði børnunum og foreldrunum. Hava vit fullkomiliga mist sambandið við okkara børn? Hvat er tað sum er galið í okkara samfelagsbygnaði? Er hugflogið hjá okkara børnum fullkomiliga burtur?
Eg eri ein av teimum sum eri uppvaksin uttan barnagarð, og eri uppvaksin í einum grannalagi, har so gott sum eingin gekk í barnagarði, og vit høvdu okkara spælipláss úti, sjálvi, uttan nakran vaksnan at seta gongd í okkara dag.
Tá eg so síggi børnini í dag, so eru tey fullkomiliga rund á gólvinum. Tey vita snøgt sagt ikki, hvat tey skulu gera av við seg sjálvi, og foreldrini vita enn minni, hvat tey skulu finna uppá fyri at seta gongd í hesi stakkals børn. Og hvat hendu so? Jú, tey verða bara sett framman fyri ein teknifilm, ella í onkra teldu at spæla, fyri at tey ikki mugu keða seg alt ov illa. Niðurstøðan eg eri komin til er, at børnini hjá okkum liva ein so fyrireikaðan dag, at tey duga yvirhøvur ikki sjálvi at finna sær upp á nakað. Skal so dagligdagurin hjá okkara børnum fyrireikast enn meira, fyri at tey ikki finna uppá nakað sjálvi?
Argumentini sum eg havi hoyrt einamest til í hesum verkfallinum, er at fyrireikingartíðin hevur týdning fyri menningina av barninum, og at námsfrøðin hevur stóran tørv á fyrireikingini tí tey standa fyri stórstu menningini hjá barninum. Men hvørjar avleiðingar hevur tað, at egna hugflog barnsins yvirhøvur ikki verður ment? At teirra dagur er so fyrireikaður, at tey yvirhøvur ikki hava tørv á at gera sær egnar tankar um hvat tey skulu finna uppá? Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri barnið tá tað blívur eldri og ongantíð hevur roynt at finna uppá ting at gera sjálvi?
Er tað so undarligt at vit síggja vøkstur í herverkið, balladu og harðskapi millum ungdóm? Gamalt var í hvussu er at børn og ung sum einki vistu at taka sær til gjørdu balladu. Hevði tað kanska verið annarleiðis um børnini fingu ment sítt egna hugflog til at finna upp á leikir og spøl, heldur enn at fáa dagin serveraðan á einum silvurfati hvønn einasta dag? Høvdu ungdómarnir, tá teir jú ongan námsfrøðing fáa at menna teirra ungdómsár, duga betur at funnið sær meiri harmleys ting at gjørt, enn at gera ónáðir?
Eg skal nú ikki leggja námsfrøðingarnar undir at vera orsøk til alt ilt í samfelagnum. Ábyrgdin fyri okkara børnum er sjálvandi heimið, og har eigur tað eisini at vera. Men hettar eru teir spurningar, sum eg sitið eftir við, og kanska onkur klókur kann svara mær uppá hví børnini ikki skulu fáa ment sítt egna hugflog til at finna sær egnar leikir.