Fyrireika vinnuráðstevnu í Runavík

– Undirtøkan fyri at luttaka á vinnustevnuni Faroexpo, er alsamt vaksandi. Í mun til somu tíð í fjør, hava nógv fleiri fyritøkur og stovnar meldað til Faroexpo, sum verður hildin frá 22. – 24. oktober. Hetta er áttanda árið á rað, at stóra tiltakið verður hildið í Runavík.

Tað siga fyrireikararnir av stóru vinnuráðstevnuni í Runavík. Talan er um eitt serstakt vinnuligt konsept, ið er samansett av partenariati, ráðstevnu og mentan. Faroexpo er størsta og einasta vinnuliga tiltak av sínum slagi í Føroyum. Vinnustevnan er eitt sera gott høvi hjá føroyskum og útlendskum fyritøkum og stovnum at knýta vinnulig sambond.

»Partenariatið« verður hildið í ítróttarhøllini í Runavík týsdagin 23. oktober og fyrrapart mikudagin 24. oktober. Eitt »partenariat« er eitt afturlatið forum, har tilmeldaðu luttakararnir nýta høvið at skapa vinnulig sambond gjøgnum skipaðar fundir.

Partenariatið setir fokus á fyritøkur og stovnar innan ymiskar vinnugreinar. Tey, sum velja at luttaka á partenariatinum, fáa atgongd til luttakaralistan og harvið møguleikan at bíleggja fundir við aðrar luttakarar. Stutt áðrenn Faroexpo, verður eitt yvirlit yvir fundir send luttakarunum, soleiðis, at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan fund og gera broytingar, um neyðugt.

– Ein týðandi partur av Faroexpo, er almenna Faroexpo Ráðstevnan, sum verður hildin mikudagin 24. oktober í Løkshøll í Runavík. Heitið á ráðstevnuni í ár er Føroyar í Oljuvinnuni. Skráin verður kunngjørd fyrst í komandi mánaða. Ráðstevnan er, sum nevnt, opin fyri almenninginum, meðan partenariatsparturin bert er fyri fyritøkum, ið hava fulla luttøku á Faroexpo.

Tað er fyritøkan VRG í Saltangará, sum er høvuðssamskipari av Faroexpo og Mentanarvikuni í Runavík.