Fyrireikað til ódnina

Sløkkiliðini og bjargingarfeløgini hava fyrireikað seg væl til ódnarveðrið, sum fer at koma í kvøld.

Øll amboð liggja klár, skrúvumaskinurnar eru løddar, og fólkini hava fingið boð um, at tey kunnu vænta at verða kallað inn í kvøld.

Sløkkiliðið í Havn er væl fyri. Í morgun var fundur á býráðnum fyri at gjøgnumganga tilbúgvingarskipanina.

Útsynningur er tó ikki ringasta ætt í Havn.

Í Hvalba vænta tey ett hart kvøld, tí útsynningur er ringasta ætt. Yr.no væntar, at vindurin í Hvalba fer upp í 38 metrar um sekundið.

Onkrir vinskaðar hava longu verið norðanfjørðs í dag.

Sløkkiliðini heita á fólk um ikki at hava nakað liggjandi uttan fyri húsini. Tey flestu gera tað, men tað kann vera, at nøkur hava gamlat tilfar liggjandi í túninum, har hús verða umbygd.

Allar trambolinir eiga at fáast undir tak sum skjótast.