Fyrireika teg á Tjóðsavninum

Søvn Landsins hava gjørt framsýning um sólarmyrking á Tjóðsavninum

Ein serframsýning um sólarmyrking er latin upp á Tjóðsavni, Brekkutúni 6. Framsýningin lýsir sólarmyrkingar, hví tær henda og hvussu vit kunnu fyrireika okkum til dagin tann 20. mars. Framsýningin lýsir eisini søguligar sólarmyrkingar við denti á søgur frá fullu sólarmyrkingina í Føroyum í 1954.

 

Tjóðsavn í Brekkutúni 6 í Hoyvík hevur opið hvønn dag frá kl 14 til 18 í tíðarskeiðnum frá 13. til 27. mars. Høvið er hjá vitjandi at síggja allar framsýningarnar um søgu og náttúrsøgu Føroya.