Ferðavinna
Flogfelag Føroya hevur gjørt ein faldara, sum er øðrvísi enn aðrir slíkir á tann hátt, adressa og telefonnummar hjá Flogfelagnum ongastaðni er at síggja. Enn er hann bara prentaður á donskum og tí ikki komin longri út í heim enn til Danmarkar.
Tað kann í fyrstu syftu tykjast løgið, at Flogfelag Føroya ikki marknaðarførir seg sjálvt í slíkum faldara. Men tað er ein meining við tí, sigur Marni Hjalnafoss, sum hevur við incoming partin hjá Flogfelagnum at gera.
Hugskotið er tað, at útlendsku ferðaskrivstovurnar, í hesum førinum tær donsku, skulu seta sítt egna navn, telefonnummar og adressu á faldaran. Á tann hátt væntar Flogfelagið at hann verður betri marknaðarførdur av útlendsku ferðaskrivstovunum.
Royndirnar hava víst, at er føroyska felagið ov sjónligt á faldaranum, sum liggur úti í heimi, venda fólk sær beinleiðis til eitt nú Flogfelag Føroya og keypa ferðina. Útlendska ferðaskrivstovan, sum hevur faldaran liggjandi, fær so einki burturúr. Tí er skjótt, at tær ikki gera so nógv við at lýsa við hesum ferðunum og bara leggja slíkar faldarar soleiðis hissini onkunstaðni.
Tað, sum Flogfelag Føroya nú ger, er at lata eitt pláss standa opið á faldaranum, har útlendska felagið setir sítt egna merki. Ferðamaðurin keypir so ferðina frá hesi ferðaskrivstouni, sum fær sín part av søluni.
Flogfelag Føroya fær tó í sín part søluna av øllum túrinum. Tað vil siga ta skipaðu ferðingina í Føroyum. Til dømis ein lidnan ferðapakka í Føroyum.
Tað, sum Flogfelag Føroya satsar upp á við hesum nýjgga faldaranum, eru júst lidnar pakkaferðir í Føroyum. Tey hava lagt lidnar ferðir til rættis í Føroyum, sum so verða seldar uttanlands. Ferðir upp á sjey og átta dagar. Og málbólkurin er fólk, sum vil gjalda fyri tað, ferðingin kostar.
Royndirnar vísa, sigur Marni Hjalnafoss, at tey, sum gera slíkar ferðir, vita, hvør prísurin er og gjalda hann.
Annars sigur Marni Hjalnafoss, at útlitini hjá ferðavinnuni eru ikki so galin. Fyrispurningarnir eru vaksandi í tali í mun til undanfarin ár. Líkt er til, sigur hann, at fólk eru fyrr á veg at keypa ferðirnar, enn tey hava verið.
Eitt nú hálendingar og týskarar hava víst áhuga fyri at koma hendanveg í summar. Og danir munnu eisini fara at koma, væntar hann. Teir eru vanliga eitt sindur seinni at boða frá, enn hálendingar og týskarar.










