Ein fundur hjá Demokratia í seinastu viku vísti, at stórur áhugi var fyri at stovna ein tvørpolitiskan bólk fyri kvinnur, sum hava hug at gera vart við seg í politikki.
Hóskvøldið klokkan 19 verður fundur í Mettustovu í Havn fyri kvinnur, sum hava hug at stilla upp, og væl komnar eru eisini kvinnur, sum vilja stuðla ella hava eitthvørt ískoyti at geva.
Hugsanin hjá fyrireikarunum er, at bólkurin skal virka sum eitt netverk. Kvinnur, sum hava hug at stilla upp, skulu kunna fara til bólkin at leita sær góð ráð og fáa stuðul til at tora at stíga fram.
Á fundinum hóskvøldið fara tær at tosa nærri um, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis.
- Vit vita, at áhugin allastaðni er stórur, og tí vóna vit, at fleiri kvinnur koma á fundin. Eisni tær, sum ikki ætla sjálvar at stilla upp, eru vælkomnar, sigur Tina Jacobsen, forkvinna í Havnar Kvinnufelag.