Mánadagin var fyrsti fyrireikandi fundur til komandi býráðsval í býráðshøllini í Klaksvík, har valnevndin var umboðað av Svanhild Isaksen, forkvinnu, Mariu Isaksen og Sunnevá Berg Jacobsen, sum høvdu fund við Karl Johansen, formann í valstýrinum, og Hans J. Heinesen, skrivstovumann hjá Klaksvíkar Kommunu, sum hevur ábyrgd av Fólkayvirliti kommununnar.
Umframt býráðsval skulu borgarar í Klaksvíkar Kommunu, sum eru búsitandi í bygdunum í kommununi, velja limir í staðbundnu nevndina fyri teirra heimbygd, og fer hetta valið fram sama dag.
Á myndini síggjast frá vinstru: Karl Johansen, Sunnevá Berg Jacobsen, Svanhild Isaksen og Maria Isaksen. Fjórði limurin í Valnevndini er Petur í Gong.










