Fyrireika seg til Irene

Í New York og aðrastaðni á amerikonsku eysturstrondini eru myndugleikarnir farnir at fyrireika seg til ódnina Irene, sum ætlandi fer at herja teir amerikonsku eysturstatirnar teir næstu dagarnar. Sambært veðurmonnunum kemur Irene til New York sunnumorgunin, og Michael Bloomberg, borgarstjóri, hevur biðið tey, sum búgva niðri við sjógvin, leita sær skjól í góðari tíð.

-Vit vóna tað besta, men fyrireika okkum til tað ringasta, sigur Bloomberg við New York Times.

Myndugleikarnir í New York siga, at vandi er fyri vatnflóð har, sum tað er lágt, og teir nevna í hesum viðfangi øki sum Coney Island, Brooklyn, syðra part av Manhattan og strondina á Staten Island. Myndugleikarnir hava biðið fólk í hesum økjunum vera á varðhaldi, tí tað kann koma upp á tal at flyta tey burtur.

Í New Jersey hava myndugleikarnir givið boð um, at 750.000 fólk skulu flytast burtur frá Cape May-økinum, og 26 stór og smá herskip, sum lógu í herflotahavnini í Norfolk í Virginia, eru send til havs.

Irene, sum hevur herjað oyggjar í Karibiska Havinum og syðra parti av Florida, fer ætlandi í land í statinum North Carolina og haðani norður við amerikonsku eysturstrondini.