Fyrireika seg til hevndaratsóknir

- Vit fylgja neyvt við gongdini og hava fyrireikað okkum at standa ímóti yvirgangshóttanum, sum kunnu hava samband við atsóknirnar móti Libya, sigur ovastin í donsku fregnartænastuni. PET, sum er danska fregnartænastan, fyrireikar seg nú til møguligar yvirgangsatsóknir frá libyarum ? og bretska fregnartænastan, sum verður rópt MI 5, ávarar eisini lond í ES móti yvirgangi.

Libya hevur ákært Danmark fyri at hava bumbað høvuðsstøðina hjá Muammar Gadaffi í Tripoli, og tað ger ikki støðuna hjá Danmark betri, at fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, er NATO-aðalskrivari.

Tað er libyska ríkissjónvarpið, sum hevur ákært Danmark og sigur, at bumbingin av høvuðsstøðini er ein liður í áralongum átøkum hjá dønum móti muslimum.

Sambært Daily Mail hevur eisini bretska fregnartænastan ávarað sínar starvsfelagar í fregnartænastunum í ES-londunum um møguleikarnar fyri yvirgangsatsóknum.

Stúrt verður fyri, at viðhaldsfólk hjá Muammar Gadaffi í Evropa fara at fremja yvirgangsatsóknir sum hevnd fyri álopini á Libya.

Danska Fregnartænastan heldur ikki, at átøkini móti Libya neyðturviliga hava so stóran týdning fyri yvirgangshóttanir móti Danmark og donsk áhugamál í útlandinum, tí vandin er so stórur frammanundan.

- Men vit fylgja neyvt við gongdini og hava fyrireikað okkum at standa ímóti yvirgangshóttanum, sum kunnu hava samband við atsóknirnar móti Libya.

Tað skrivar PET-ovastin, Jakob Scharf, í eini viðmerking til donsk bløð.

Sambært Daily Mail hevur bretska fregnartænastan avlurtað fleiri hundrað samrøður millum libyarar í Bretlandi og fólk, sum standa libysku stjórnini nær.

Niðurstøðan er, at ætlanir eru um yvirgangsatsóknir í kjalavørrinum av álopunum á Libya.