Fyri at fáa innlit í, hvussu arbeitt verður við teimum eldri, bjóðai Klaksvíkar Kommuna til fund um eldrarøkt fríggjadagin 28. februar. Tey, sum vóru boðin við vóru leiðarar, varaleiðarar, álitisfólk og aðrir lyklapersónar innan eldraøkið í Norðoyggjum.
Endamálið var at spyrja tey sum arbeiða við eldraøkinum og hava førleikarnar og royndirnar, hvat tørvurin verður.
- Fundurin snúði seg um sjálvt innihaldið í eldratænastunum, og nógv viðkomandi kom fram, sum vit skráseta og taka við í víðari fyrireikingarnar, sigru Óluvá Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini í einum tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar í dag.
Umframt innihaldi av tænastuni er spurningurin eisini, hvussu kommunurnar skulu skipa stýringina av eldraøkinum í Norðoyggjum framyvir. Í hesum máli hava borgarstjórarnir havt nakað av samskifti, sigur Ólvuá Klettskarð.