Nú verður ein arbeiðsbólkur settur at gera eitt tilmæli um, hvussu tað skal skipast, tá ið føroyingar skulu koppsetast fyri koronu.
Enn eru eingi koppingarevni ímóti koronu góðkend av myndugleikunum, men kortini eru onkrar heilivágsfyritøkur so sannførdar um dygdina í tí koppingarevni tær hava ment, at tær longu eru farnar at hópframleiða tað.
Statens Serum Institut í Danmark hevur avtalu við stóru heilivágsfyritøkuna, AstraZeneca, um at keypa koppingarevni frá teimum, og verður tað góðkent, fáa føroyingar eisini hetta koppingarevni samstundis sum danir fáa tað.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í eini fráboðan, at hann hevur gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at gera eina koronu-koppsetingarætlan fyri Føroyar. Arbeiðsbólkurin skal koma við tilmælum um, hvussu farast skal fram, tá ið koppingarevnið er tøkt í Føroyum, og hann skal eisini gera tilmæli um, hvussu nógv skulu koppsetast, og hvør skal skal fáa møguleikan fyrst.
Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum, so koppsetingarætlanin kann vera liðug, tá koppsetingarevnið ímóti koronu, verður tøkt.
– Í seinastuni kunnu fólk hava fingið ta fatan, at føroyingar fara at fáa tilboð um koppseting fyri jól, men tað skal takast við stórum fyrivarni, tí enn er onki koppingarevni yvirhøvur góðkent at brúka í Evropa, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Føroyingar kunnu tó vænta sær tilboð um koppseting í somu løtu, sum svenskt-bretski heilivágsrisin, AstraZeneca, fær góðkent sítt koppingarevni.
Tað verða royndir gjørdar alla tíðina við ymsum koppingarevnum fyri koronu, og nakrar heilivágsfyritøkur eru so sannførdar um dygdina í tí koppingarevni, tær hava ment, at tær longu eru farnar undir hópframleiðslu av evninum, og ein av teimum er nettupp AstraZeneca.
Danska Statens Serum Institut hevur gjørt avtalu við AstraZenica um at fáa koppingarevni og væntandi verður tað á goymslu í Danmark longu í næsta mánað.
– Onki koppingarevni verður tó útflýggjað, fyrr enn tað er góðkent, men verður tað góðkent, eru Føroyar tryggjaðar somu veitingartrygd frá Statens Serum Institut sum Danmark, sigur landsstýrismaðurin.
Kaj Leo Holm Johannesen vónar, at eitt effektiv koppingarevni skjótt verða góðkend at brúka og hann leggur dent á, at tað ræður um at vera fyrireikaður tá ið tað er klárt.
– Tað er eyðsæð, at vit mugu hava eina skipaða ætlan fyri, hvussu vit bera okkum at, tá koppingarevnið er her, men tey í vandabólkum skulu sjálvandi fyrst framat, sigur hann.
– Vónandi eru vit so heppin, at koppingarevnið, sum Statens Serum Institut hevur bílagt, verður góðkent fyri jól, men tað hava vit onga trygd fyri enn, leggur hann afturat.