Fyrireika samráðingar um starvsfólkini hjá Føroya Tele

Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum fyri starvsfólk á Føroya Tele gongur út við árslok, og nú eru partarnir farnir at fyrireika samráðingar

Teir báðir partarnir, Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hava nú handað hvørjum øðrum tey krøv, ið tey ynskja sær við einum nýggjum sáttmála.

- Vit avhenda vanliga okkara krøv til nýggjar sáttmálar í góðari tíð, og sum altíð miða vit eftir, at sáttmálin er undirskrivaður, áðrenn verandi sáttmáli fer úr gildi, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum við heimasíðuna hjá felagnum.

Fyrsti fundur millum partarnar er avtalaður at halda 17. november.