Fakfelagssamstarvið fyrireikar seg til sáttmálasamráðingar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Feløgini, sum eru í Fakfelagssamtakinum, eru Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Pedagogfelag.
Samráðingarfundur er avtalaður til mánadagin 21. juni, tá felagskrøvini verða løgd fram, siga feløgini í skrivi.










