Í dag hava fólk arbeitt við at fyrireika stóru saltkonsertina á Drelnesi leygarkvøldið. Ymiskt hevur verið gjørt fyri at ljóðdoyva, og so eru tjøld sett upp uttanfyri til mat og drekka. Eisini hava menn fingist við at fáa WC vognar klárar.
Sjálv saltsiloin er nú rein og vøkur innan, so hon er til reiðar at taka ímóti tónleikarum og lurtarum.
Pallurin verður niðan móti koyrivegnum, skilst.
Myndirnar í myndatemanum eru tiknar á middegi í dag.