Fyrireikingarnar til ovastevnuna í Nólsoy eru farnar fram í eina tíð, men nú vikan er hálvrunnin síggjast ítøkilig tekin um, at stevna verður um vikuskiftið.
Stóra mattjaldið á keiini er komið upp at standa, og fyrst í vikuni hevði Stuðulsnevndin fyri Svimjihyli í Nólsoy fund við umboð fyri Tórshavnar kommunu um stevnuna.
Kommunan hjálpir í alt størri mun til á stevnuni við at skapa karmar um gott hýri og hugna. Kommunan syrgir millum annað fyri, at littar ljósperur verða hongdar upp, fløgg prýða bygdina og so syrgir kommuna eisini fyri, at WC-skúrar verða settir upp til stevnufólkið at nýta.
Fyri triðju ferð síðani fyrstu stevnuna í 1993, fellur leygardagurin á 11. august, tann dagin Ove Joensen kom til Langelinje og kysti lítlu Havfrúnna.
Stuðulsnevndin ella ovastevnunevndin hevur eisini havt nakrar fundir við bygdarfólkið, og í gjárkvøldið var hin seinasti av sínum slag undan stevnuni. Á tí fundinum vóru seinastu snøklarnir fingnir upp á pláss.