Fyrireika nú 13. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi

Innan 24. februar er ætlanin at ES skal samtykkja tann 13. pakkan við revsitiltøkum ímóti Russlandi

 

Sputnik/Reuters/Ritzau Scanpix

Mánadagin fara uttanríkisráðharrarnir í ES í Brússel at umrøða komandi 13. pakkan við revsitiltøkum ímóti Russlandi.

Sambært Bloomberg News er ætlanin at hava pakkan við revsitiltøkum kláran fyri 24. februar.

Ætlanin við pakkanum við revsitiltøkum skal hesaferð bøta hol, sum gera tað gjørligt at sleppa undan revsitiltøkunum. Harumframt skulu enn fleiri persónar og aktørar á revsilistan.

 

 

Sputnik/Reuters/Ritzau Scanpix