Innan trý ár kunnu studentaskúlnæmingar í Suðuroynni og lærarar teirra flyta í nýggjan skúla fyri 22 milliónir krónur.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av, at farast skal undir at byggja nýggjan miðnámsskúla í Suðuroynni sum skjótast. Og á fíggjarlógini fyri 2001, sum varð samtykt fyri jól, eru 800 túsund krónur settar av til at projektera skúlan.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum sigur, at fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og innan eina viku ætlar Tórbjørn Jacobsen sær at seta eina bygginevnd.
Vána umstøður
Miðnámsskúlin í Vági heldur í verandi støðu til í trimum bygningum í Vági. Størsti parturin av virkseminum fer fram í einum parti av Vágs Skúla, meðan umsitingin og tvær skúlastovur eru í sokallaða Gamla Posthúsinum, sum varð umvælt til skúlan, tá hann flutti til Vágs fyri nøkrum árum síðani. Hesin bygningurin er í góðum standi, men er kortini alt ov trongur.
Bókasavnið og uppihaldshøli hjá Miðnámsskúlanum eru í einum triðja bygningi, nevniliga í bygninginum, har býráðið fyrr helt til. Hesin bygningur er í so ringum standi, at hann stendur at rapa.
Orsakað av vánaligu umstøðunum hjá Miðnámsskúlanum í Vági og orsakað av búskaparligu ovurupphitingini í miðstaðarøkinum, valdu landsins myndugleikar at útseta ætlanirnar um at byggja nýggjan studentaskúla í Havn, og í staðin at byggja ein nýggjan í Suðuroynni.
? Hetta var ein rein politisk avgerð. Fóru vit at byggja nýggjan skúla í Havn, hevði hetta ávirkað byggivinnuna nógv í ovurupphitaða miðstaðarøkinum. Og tað hevði helst eisini ávirkað útjaðaran negativt. Tí valdu vit at byggja nýggjan studentaskúla í Suðuroynni, sum er ein av teimum pørtunum í útjaðaranum, sum er ringast fyri, sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum.
Verður helst í Vági
Løgtingið samtykti í áttatiárunum, at nýggjur Miðnámsskúli skuldi byggjast í Hovi. Tá var stríð um, hvar ein ætlaður Miðnámsskúli skuldi vera. Vágbingar vildu hava skúlan til Vágs, meðan tvøráfólk vildu hava skúlan á Tvøroyri.
Hóast løgtingssamtyktina, varð ein fyribils skúli gjørdur í Vági, og har heldur hann til enn.
Stendur tað til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann í skúlamálum, verður nýggi skúlin bygdur í Vági.
? Skúlar vinna sær hevd, har teir eru. Og nú hevur Miðnámsskúlin verið í Vági í so nógv ár, at tað verður ein stór avgerð, ið skal takast, um hann skal flytast, sigur Tórbjørn Jacobsen.
? Eg vóni ikki, at tað aftur nú verður lokalt rumbul um, hvar skúlin skal vera, tí so verður ætlanin bara seinkað, ger landsstýrismaðurin greitt.
Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera lítið sannlíkt, at skúlin verður bygdur í Hovi, eins og løgtingssamtyktin sigur. Tí verður helst neyðugt hjá landsstýrismanninum at leggja uppskot fyri tingið, um at broyta løgtingssamtyktina, sum hevur verið brotin í nógv ár.
Skal ganga skjótt
Ætlanin er, at arbeiðið at fyrireika nýggja Miðnámsskúlan í Suðuroynni skal vera liðugt í ár. Tí hevur landsstýrið sett fýra milliónir á løguætlanina fyri 2002 til at byggja fyri. Í 2004 eru eftir ætlanini 22 milliónir brúktar uppá skúlan, og tá skal hann standa liðugur.
? Men sjálvsagt er tað ongantíð betur, enn at arbeiðið kann klárast skjótari. Men so má peningur eisini játtast til tað, sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum.