Meðan norðoyastevnan so smátt fer at byrja í Klaksvík, leggja tey í Havn seinastu hond á fyrireikingarnar til mentanarnáttina.
Ein rúgva av tiltøkum eru á skrá í miðbýnum í høvuðsstaðnum í kvøld, alt frá tónleikaframførslum til listaframsýningar og sølubúðir.
Nógv støð, sum vanliga eru afturlatin, eru opin fyri almenninginum, so sum varðhaldið í Mjørkadali, Amtmannsgarðurin, Kringvarp Føroya og Føroyar rættur.
Til ber at vitja umborð á verjuskipinum og bjargingartyrlan verður á Bursatanga.
Í Havnar kirkju fer Silvurdrongur at framføra, meðan City Church bjóðar inn til lovsong og ljósshow.
Og fyri tey minstu verður væl umtókta bamsuskaðastovan endurtikin á Landssjúkrahúsinum.
Myndamaður okkara, Álvur Haraldsen, var í býnum og tók nakrar myndir av fyrireikingunum.