Fyrireika matsøluvitjanir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer í næstum út at kanna viðurskiftini á matsølum, sum selja um náttina, men nær tað verður, fær eingin at vita frammanundan

Á Heilsufrøðiligu Starvsstovu fyrireika tey seg til at fara at kanna matstovur, sum selja mat um náttina í Havn.
Tað kann ljóða margháttligt, at Heilsufrøðliga Starvsstova boðar frá hesum eftirlitsstøðum frammanundan, men tað er ein orsøk.
- Tað hava vit gjørt í royndini at tryggja okkum, at matsølurnar hava síni skjøl liggjandi á staðnum, sum tey hava skyldu til at hava, sigur Elsba Danielsen, eftirlitsfólk á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovu.
Ofta eru tað ung fólk, sum arbeiða um náttina í pylsuvognum, pitsabúðum og øðrum matsølum, og hesi ungu fólkini kunnu ikki vita um góðkenningar og løggyldingar, um eigarin ikki hevur syrgt fyri, at skjølini eru har.
Skjølini eru eitt, sum kannað verða. Haraftrat verður kannað, um hiti, reinhald, persónligt reinhald og aðrar umstøður eru í lagi.
Elsba Danielsen heldur ikki tað ger nakað, um fráboðanin hevur fingið matsølustøðini at gera eyka reint.
- Ongantíð betur, men vit vóna sjálvandi, at tey altíð vaska væl, sigur hon.
Nær eftirlitsvitjanirnar verða, fer Heilsufrøðiliga Starvsstova ikki at upplýsa. Í so máta verða eftirlitsvitjanirnar ófráboðaðar.