Fyrireika langhyl í Gundadali

Peningur verður nú settur av til at fyrireika nýggjan 50m-hyl í Gundadali.

Tórshavnar kommuna fer í komandi fíggjarári at seta pening av til at fyrireika ein langhyl í Gundadali. Tað váttar Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini.

- Rættilig ferð komin á at fyrireika ein 50m-svimjihyl í Gundadali. Byggiskráin verður liðug fyrst í komandi ári, og sum vónandi gerst til veruleika um nøkur ár, sigur Helena Dam á Neystabø við Sosialin í dag.

Fíggjarætlanin verður løgd fyri býráðið 1. desembur, og Helena Dam á Neystabø sigur, at tað væntandi verða settar umleið 50 milliónir av til ítróttaranlegg.

Í Sosialinum í dag er meiri at lesa um ætlanirnar við nýggja langhylinum og hvat tær 50 mió. kr. annars skulu brúkast til.