Fyrireika kvett ímóti Lene Espersen

Í Danmark veit blaðið B.T. at siga, at formenninir í nøkrum valfeløgum hjá Konservativa Flokkinum fyrireika eitt kvett ímóti floksformanninum, Lene Espersen. Sambært keldunum hjá blaðnum hava kvettmenninir biðið Lars Barfoed, løgmálaráðharra taka við formansstarvinum.

Lene Espersen hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni, tí fleiri halda, at hon alt ov ofta tekur egin áhugamál fram um starvið sum uttanríkisráðharri. Atfinningarnar hava gjørt, at veljaraskarin hjá Konservativa Flokkinum er minkaður nógv.

B.T. vil vera við, at misnøgdin er eisini farin at gera vart við seg í fólkatingsbólkinum hjá flokkinum, og at onkur tinglimur skal hava peikað á vinnu- og búskaparmálaráðharran, Brian Mikkelsen, sum komandi formann.

Sambært blaðnum tekur fyrrverandi heilsumálaráðharrin Jakob Axel Nielsen undir við einum formansskifti, og hann hevur sambært B.T. nevnt seg sjálvan og Lars Barfoed su, formansevni.

Lars Barfoed avsannar í morgun, at hann hevur nakað við kvettætlaninar at gera.