Sunnanfyri Føroyar er eisini havbotnur, sum danska kongaríkið fer at gera krav uppá. Tað eru økið við Rokkin ? Vit eru í gongd við at fyrireika krøvini til økið sunnafyri, og har verður kravið nógv størri enn í økinum norðanfyri, sigur Jørgen Niclasen, sum er sera errin av, at føroyingar sleppa at leiða nevndina, sum skal samráðast við ST um havøkini.
Hinvegin metir Jørgen Niclasen vera ein vanda, at krøvini hjá øðrum londum um økini sunnanfyri longu eru latin inn, og tí kann verða vandi fyri, at serfrøðingarnir, sum skulu avgera, hvør fær hvat øki, taka fyrstu sjónarmiðini fyrst við, og síðani hugsa um seinnu sjónariðini.
- Fyrst er best, men tað ger ikki støðuna ógjørliga, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.










