Fyrireika kórferð til Finlands

Í hesum døgum er Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á Toftum farið undir seinastu fyrireikingarnar til luttøku á norðurlendskari kirkjukórstevnu í Finlandi. Saman við kórunum Ljómur úr Vági og Vágakórinum verður leiðin løgd til Finlands í døgunum 21. til 26. september í ár.

Endamálið við hesi kórstevnuni er at læra tey at syngja betri, og tí er hetta ikki at meta sum eina konsertferð sum so, men meiri sum eitt kórskeið. Óhugsandi er ikki, at onkur sangur verður sungin á ferðini, treyðugt so.

Í sambandi við kórferðina fer Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni at hava eina hugnaløtu við eydnuhjóli í Miðstovuni í Tofta skúla leygarkvøldið kl. 19. Á hugnaløtuni fara Martin Restorff Jacobsen og Jens Dalsgaard at siga frá eini ferð í Armenia.

Við í Finlandsferðini hjá kirkjukórinum verða um 30 sangarar. Kórleiðari er Mikael Johan Heinesen.