Fyrstu fyrireikingarnar at gera miðbýin kláran til jólamánaðin eru av álvara farnar í gongd.
Leygardagin 1. desember verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Samstundis tendra allar hinar perurnar, og jólabýurin letur upp.
Perur verða nú hongdar upp um allan býin, og i næstu viku verður pyntað bæði í Niels Finsensgøtu, frá Steinatúni og omaneftir, í Tórsgøtu og í Vágsbotni. Bringsnagøta verður øll ein siðsøgulig framsýning, og undir Bryggjubakka verða framsýningar.
Ísvøllurin verður eisini tikin í brúk leygardagin 1. desember. Í tí sambandi hava menn frá Tórshavnar Kommunu fyrrapartin í dag sett upp stóra motorin, ið gevur ísvøllinum streym. Ísvøllurin verður í ár á Vaglinum framman fyri Býráðshúsið.