Saddam Hussein ætlar sær ikki at slaka ein tumma fyri amerikanska trýstinum. Tað gjørdi hann greitt á hátíðarhaldi í Bagdad, har hann varð tikin í eið sum afturvaldur forseti.
Sambært valmyndugleikunum fekk hann allar atkvøðurnar á forsetavalinum og kann tí stýra Irak í sjey ár afturat. Men stendur tað til amerikansku stjórnina, sleppur Saddam Hussein ikki at sita í forsetaembætinum leingi afturat. Hetta tóktist ikki ørkymla irakska leiðaran.
-Blóð elvir til meiri blóð, og tann, sum roynir at taka blóð frá øðrum, kann vænta at missa sítt egna, segði Saddam Hussein og fanst hvassliga at amerikansku stjórnini, sum hann legði undir at vera atvoldin til tær vanlukkur, sum hava rakt amerikanarar.
Í røðuni ávaraði Saddam Hussein eisini irakska fólkið ímóti einum møguligum komandi amerikanskum álopi.
-Skuldi tann almáttugi Guð enn einaferð roynt tykkum við at lata tykkum koma í bardaga, tá munnu tann tann almáttugi, tjóðin og søgan vænta, at tit fara at verja tykkum manniliga, segði Saddam.