Útoyggjafelagið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til heystið 2003. Felagið hevur fingið nakað av peningi at arbeiða við, og hol er tískil sett á fleiri mál, sum hava ligið á láni.
Mál sum oljumálið - oljuflutningur til útoyggjarnar - framleiðsluhúsini og økt tyrluflúgving, eru mál, sum liggja fyrst fyri, sigur Olga Biksopstøð, skrivari hjá Útoyggjafelagnum.
Útoyggjafelagið fegnast um tíðindini um, at nú fer okkurt at henda í útoyggjamálum, sigur felagið í tíðindaskrivinum, sum sent er um dagarnar.
Felagið sigur í tíðindaskrivinum, at tað er av størsta týdningi, at ymsu aðalráðini hjá landstýrinum samstarva, so tey eru tilvitað um, hvat hendir á útoyggj, tá lógir reglur ella fyriskipanir skulu setast í gildi.
Útoyggjafelagið vónar, at peningur fer at verða nýttur soleiðis, at tænastustøðið, sum er nógv lægri á útoyggj, enn tað er aðrastaðni í landinum, kann hækka og koma á hædd við tað, onnur hava.
Ætlanin er at seta ein bólk at arbeiða við málum, sum skulu vera útoyggjum at frama. Og tað er neyðugt, heldur Útoyggjafelagið. Tí útoyggjum tørvar veruliga ítøkiligar loysnir og verulig framstig, um liviligt skal vera á útoyggj í Føroyum.
Útoyggjafelagið hevur nú umleið 200 limir, siga tey í tíðindaskrivinum. Hvør bygd hevur valt ein persón at umboða bygdina í umboðsráðnum. Umframt umboðsráðið er vald ein starvsnevnd við trimum persónum. Tey eru Óla Jákup í Dímun, sum er formðaur, Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi og Olga Biskopstø í Klaksvík, sum er skrivari hjá Útoyggjafelagnum.
Eitt av ítøkiligastu úrslitum felagsins er felagsblaðið Glóðin, sum viðger mál, ið hava við útoyggja og tilveruna har at gera. Næsta blaðið, sum kemur út í september mánað, fer millum annað at lýsa arbeiðsætlanina hjá Útoyggjafelagnum, sigur felagið í tíðindaskrivinum.