Sjálvstýrisflokkurin heldur fram í góðum treyti, og ferð at miðja fram ímóti, at økja um undirtøkuna millum veljarar á øllum økjum.
Sjálvstýrisflokkurin hevur eins og aðrir politiskir flokkar tørv á at viðgera støðu sína, bæði tá talan er um almenna politiska arbeiði, og ikki minst tá talan er um umsingarliga arbeiði í flokkinum.
Fyri 14 døgum síðani skipaði Landsfelag Sjálvstýrisfloksins fyri fundi í Klaksvík, saman við Norðoya Sjálvstýris-felag og nú stendur Eysturoyggin fyri tørni.
Frá fundinum í Klaksvík
Hóskvøldið skipað Landsfelag Sjálvstýrisfloksins og Eysturoyar Sjálvstýrisfelag fyri fundi fyri øllum limum sínum í Eysturoynni. Fundurin verður í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum kl. 19,30.
Fundurin verður skipaður sum ein "tema" fundur um arbeiðsuppgávurnar hjá floksskipanini, og um tey tiltøk sum eru neyðugt at seta í verk lokalt fyri at menna valdømi, flokkin í síni heild, ella við øðrum orðum ? at fyrireika floksskipana til komandi avbjóðingar.
Veljarakanningarnar
Hetta fundarvirksemið hevur einki við seinastu veljarakanning at gera, men vit mugu ásanna, at vit við hesi veljarakanning hava sæð skriftina á vegginum, og eiga tí í enn størri mun leggja dent á menningararbeiði í flokkinum.
Limatalið økist
Limatalið hjá Sjálvstýrisflokkinum er í dag uppá 500 limir í alt, og síðani flokkurin fekk nýggja heimasíðu er limatalið økt.
Í dag hevur Sjálvstýrisflokkurin eina virkna Landsnevnd, og eina virkna Starvsnevnd, sum á komandi landsfundi floksins, sum verður í januar 2004, fara at leggja fram fjølbroytt tilfar til umrøðu og støðutakan.
Halda fram
Sjálvstýrisflokkurin heldur fram í góðum treysti, og ferð at miðja fram ímóti, at økja um undirtøkuna millum veljarar á øllum økjum.









