Fyrireika eplafestival í Trøðum

Sandoyingar eru aftur farnir at fyrireika ein nýggjan eplafestival í Trøðum á Sandi.

Sandoyingar eru aftur farnir at fyrireika ein nýggjan eplafestival í Trøðum á Sandi. Í ár verður festivalurin hin 1. oktober, og øll góð hugskot eru vælkomin.

 

- Vilt tú verða við og selja okkurt, hjálpa til - ella, tú bara hevur okkurt gott hugskot, ert tú vælkomin at skriva ella ringja til kunningarstovuna í Sandoynni ella til Katrin Petersen.

 

Fyrireikandi fundur til eplafestivalin verður mikukvøldið 24. august í Trøðum, og byrjað verður klokkan 20.

 

- Øll, sum ætla sær at selja okkurt ella á annan hátt eru áhugaði at verða við til fyrireikingarnar og - ikki minst øll, sum búgva í Trøðum - eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.