Hesin dagurin verður hildin fyrstu vikuna av oktober, skrivar heimasíðan hjá Suðurrás. Longu nú eru fleiri tiltøk komin á skránni, og fleiri vágbingar hava játtað at hjálpa til. Ynskið við fundinum hóskvøldið er, at tey ið sita inni við góðum hugskotum og annars eru áhugað at hjálpa til, hava møguleika fyri at koma við sínum hugskotum, ella seta seg uppá onkra uppgávu, ið longu er sett á skránni.