- Tað má ikki enda sum í Danmark!
- Vit mugu ikki blíva sum Svøríki!
Soleiðis ljóðar retorikkurin ofta í kjakinum um integratión.
Men heldur enn bara at samanbera okkum við lond sum vit ikki vilja líkjast, skulu vit byrja at hyggja at teimum londunum sum vit vilja líkjast. Londum har integratiónin hevur eydnast væl.
Heldur enn bara at tosa um alt tað vit halda at Danmark og Svøríki hava gjørt skeivt, skulu vit byrja at kanna hvat, ið lond sum Norra og Kanada hava gjørt rætt.
Tí føroyski arbeiðsmarknaðurin og føroyski búskapurin er bundin av at útlendingar koma her til okkara at arbeiða. Í 2024 var uml 8 % av føroysku arbeiðsstyrkini tilflytarar. Tilflytingin er komin fyri at vera, og vit eiga at taka væl imoti teimum, sum koma her og eru við til at menna føroyska samfelagið.
Tað merkir als ikki at vit ikki skulu seta krøv.
- Norra hevur t.d. ógvuliga skipaða og gjøgnumførda móttøku av flóttafólki, og tey seta høg krøv. Tey hava tildømis eitt tvey ára langt program - fulla tíð, sum flóttafólk skulu ígjøgnum tá ið tey koma til landið.
- Tilflytingin til Kanada er í nógv størri mun tengd at arbeiðsmarknaðinum - sum hjá okkum. Og tey seta eisini stór krøv til hvør ið kann flyta til Kanada.
Eitt sum ofta verður drigið fram við Norra, sum ein av orsøkunum til at tilflytingin í Norra hevur verið betur eydna enn í Danmark og Svøríki, er javnvágin ímillum krøv og møguleikar.
Meira um hetta í næstu grein.
Tjóðhild Patursson - valevni fyri Tjóðveldi










