Fyrimyndarvallóg okkara

Tá løgtingið samtykti, at uppstillingardømini hjá okkum skuldu avtakast, soleiðis at bygdirnar ikki longur skuldu sleppa at hava ávirkan á, hvør ið kom á ting, var tað grønlendska vallógin, sum var fyrimyndin hjá tingmeirilutanum

Nú var val í Grønlandi 2. juni, og har sóu vit eina harmuliga avleiðing av okkara vallógum.

Teir flokkar, sum hava stýrt, hava mist fólksins álit, og andstøðuflokkurin IA gjørdist dupult so stórur og fekk 44% av atkvøðunum. Men honum vantar tveir tingsessir í at hava meiriluta.

Nú er einki, ið forðar taparaflokkunum at gera eitt landsstýri, har vinnaraflokkurin ikki er við. Sjálvandi er hetta ikki serliga sannlíkt, men undir øllum umstøðum verður neyðugt hjá IA, at fáa onkrar av teimum flokkunum við, sum hava mist fólksins álit og eru afturfarnir.

Slíkt kemur ikki fyri í teimum stóru demokratiinum sum India, USA ella Bretlandi. Har høvdu 44% av atkvøðunum tryggjað, at ein flokkur fekk reinan meiriluta einsamallur og kundi seta tað í verk, sum hann var farin til val uppá og hevði lovað veljarunum at fáa í lag. Sveik hann so lyfti síni, kundu veljararnir á næsta vali revsað hann við at sett hann frá, so hann aftur kom í minniluta.

Hetta er eitt demokratiskt krav.

Hetta krav lýkur tann vallóg ikki, sum ein løgtingsmeiriluta skrumblaði ígjøgnum í tinginum – uttan at spyrja veljararnar eftir – beint fyri síðsta val.