Í sambandi við G! festivalin setti politiið í Runavík eina lokala politistøð upp í Syðrugøtu. Men teir lata stak væl at vikuskiftinum, tí fólk hava uppført seg fyrimyndarligt.
Trý fólk vórðu handtikin fyri at hava euforiserandi evni uppiá sær, og leygarnáttina vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning.
Vakthavandi á politistøðini í Runavík sigur, at teir hava verið í hóslag við eini sjey fólk í sambandi við fyllskap. Tann eini varð koyrdur til Havnar at sova rúsin av sær.
Politiið hevði mannað seg væl í sambandi við G! festivalin, og samanumtikið lata teir væl at stóra tónleikafestivalinum.