Kringvarp
- Hetta er einasti møguleiki hjá privatum áhugaðum at stovna eina sjónvarpsstøð.
Tí tekur fólkaflokkurin undir við neyðsemjuni um nýggju Kringvarpslógina.
Hann sigur, at fyrimunirnir við lógini eru nógv størri enn vansarnir.
-Einasti møguleikin hjá privatum rásum er, at tær fáa einkarrætt til lýsingarnar. Men prísurin, sum vit máttu gjalda, var, at Kringvarpið eisini sleppur at senda almennar, útlendskar public Service støðir.
- Tað er rætt, at tað fer at gera tað torførari at kappast, at Kringvarpið eisini sleppur at senda útlendskar rásir.
- Men vit halda, at tað er ein nógv størri fongur, at tær privatu rásirnar fáa einkarrættin til lýsingarnar, tí tað er einasti møguleiki, sum er, fyri at seta privatar rásir á stovn.
- Her eru fyrimunir og vansar, men fyrimunirnar eru nógv størri enn vansarnir, leggur hann.
Spurningurin um sendinetið er ein annar spurningur og Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin sær eitt stórt virði í at hava eitt sendinet, sum eisini privatar rásir fáa atgongd til. Hvussu tað so skal sikpast, er ein annar spurningur.
Sí eisini greinina Ætla at brúka fleiri milliónir til onga nyttu og greinina Vit máttu gera eina neyðsemju.